Í morgin byrjar HM-endaspælið í Meksiko, Kanada og USA, har 48 lond fara at kappast. Veddingarfyritøkurnar hava dagin fyri fyrsta dystin Spania sum lítlan favoritt frammanfyri Frakland og Ongland. Síðani koma Brasil, Portugal og Argentina. Tveir eru greiðir favorittar at blíva toppskjúttar. Tað eru Kylian Mbappe hjá Fraklandi og Harry Kane hjá Onglandi. Sí hagtøl niðanfyri.

