17. umfar byrjar í dag við stóru grannauppgerðini millum B68-NSÍ, sum hesaferð verður leiktur á Tórsvølli.
Í morgun høvdu 539 fólk tippað á Sona.appini og sona.fo/fotboltur. Har eru bara stórfavorittar hetta umfarið. Størsti spenningurin verður millum júst B68-NSÍ, men har tippa heili 80 %, at NSÍ vinnur.