Í dag var starvsnevndarval í FSF. Anja Rein var ein av teimum, ið bleiv vald inn.
Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar nevndarsessirnar. Vinnararnir vóru Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria J. Joensen. Bolt.fo tosaði við tey øll um m.a., hvørja bakgrund tey hava í fótbólti, hví tey valdu at stilla upp, hvat tey høvdu gjørt fyri at fáa so gott valúrslit og hvørji hjartamál tey hava fyri komandi fýra árini, har tey skulu sita í starvsnevndini.
Hoyr samrøðu niðanfyri við Anju Rein, sum bleiv vald inn í starvsnevndina, har hon eisini hevur sitið síðstu fýra árini eftir, at hon av starvsnevndini bleiv tilnevnd, tá samtykt var at fáa eina kvinnu uppí starvsnevndina. Hesaferð bleiv hon vald av limunum á vanligan hátt.