Flest stig, flest skorað mál, fæst mál ímóti og besta málmun í eini HM- og EM-undankapping.
Vit hava umvegis FaroeSoccer hugt eftir øllum HM- og EM-undankappingum hjá Føroyum, sum eru tilsamans 18 undankappingar. Nations League-undankappingar eru ikki taldar við, tí hesar hava ikki somu fortreutir, tí har hava tey bestu londini ikki luttikið.
Føroyar í 2025 (sum í hesum kallast HM 2026, tí kappast verður til HM-endaspælið í 2026) toppar allar listar. Har skal sigast, at tað hevur verið ymiskt tal av liðum í bólkum. Tað hevur ligið millum fimm og sjey lið í bólkunum. Hesaferð vóru fimm. Tað gevur ein fyrimun til at lata fá mál inn, tí dystirnir eru færri, men hinvegin eru dystirnir færri til at skora mál og vinna stig.
Eitt sum spælir inn er, at viðhvørt hevur landsliðið havt eitt lægri styrkismett lið við og onkuntíð einki. Hesaferð var eitt slíkt lið við, sum var Gibraltar, men tað hevur tað ofta verið fyrr. Til HM-undankappingina í 2018 høvdu Føroyar tvey lið, sum vóru lægri styrkismett.
Flest stig:
12: HM 2026 (undankappingin sum var spæld í 2025)
9: HM 2018
7: HM 2002
Flest skorað mál:
11: HM 2026
10: HM 1998
10: EM 1996
Fæst mál ímóti:
9: HM 2026
13: EM 2024
16: EM 2018
Besta málmun:
+2: HM 2026
-11: EM 2024, 2016 og EM 2004
Besta endastøða:
Nr. 3: HM 2026
Nr. 4: HM 2018
Greinin dagførd 17.11 kl. 00.35