Lutakastið verður 12. februar.
Nations League er stutti vegurin til at fáa play-off dystir at koma til endaspøl, men tá krevst at vinna bólkin. Tí er hendan kappingin týdningarmikið fyri Føroyar eins og tað hevur týdning at í minsta lagi varðveita plássið í deild c, so mótstøðuliðini eru a góðum stigi, tí í deild d eru bara tey sjey vánaligasta londini.
Føroyar eru styrkismettar í triðja styrkislagi í deild c.
Úr hægsta styrkisbólki eru Ísland, Albania, Montenegro og Kasakhstan.
Úr øðrum styrkisbólki eru Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia.
Úr fjórða styrkisbólki eru San Marino, Moldova, vinnarin av Lettland-Gibraltar og vinnarin av Luksemborg-Malta.