Vit vita, at inntøkurnar frá UEFA fyri bólkaspælið í Conference League geva 25,1 millión. Men mong vita nokk ikki, hvussu nógvar útreiðslur eru knýttar til hetta. Her er eitt mett yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur, sum eru knýttar til bólkaspælið í Conference League 2023.
Tí hevur bolt.fo síðstu dagarnar gjørt eitt yvirlit sum skal geva lesarunum eina mynd av, hvussu eitt roknistykkið í slíkum føri sær út. Fyri at koma til hesi tøl hava vit tosað við fleiri serkøn fólk á økinum og lagt tølini fram, har vit so hava tillaga tey so hvørt sum fleiri og betri upplýsingar eru komnar fram. Enn eru nakrar óvissur knýttar til hetta og endaliga úrslitið fáa vit ikki fyrr enn KÍ í februar 2024 fer at leggja sín roknskap fram. Tí m.a. spælir lutakastið til bólkaspælið nógv inn og tað kann flyta høvuðstølini fleiri milliónir báðar vegir. Nøkur av tølunum kunnu verða ov høgt sett og nøkur av tølunum kunnu verða ov lágt sett, men samanlagt skuldi hetta givið eina góða mynd. Vit hava roynt at rakt eitt miðal lutakast. Talan er um yvirlit fyri bólkaspælið og teir átta dystirnar áðrenn bólkaspælið. Tilsamans kemur KÍ at spæla 14 altjóða dystir í 2023.
* Hetta talið saman við áskoðarainntøkunum hevur størstu óvissuna, tí vit ikki kenna tey trý mótstøðuliðini í bólkaspælinum. Tað er t.d. sera stórur munur á at skula spæla í Keypmannahavn og so í Kasakhstan. Her kann verða stórur munur á í ferðaútreiðslum og áskoðarainntøkum og inntøkur í sambandi við dystirnar. Vit hava roynt at rakt eitt miðal lutakast. Skuldi KÍ gjørt tað óvæntaða og vunnið seg í Evropa League bólkaspælið, so hækka upphæddirnar eisini nakað.
**Hetta er fyri vaktarfólk, trygdarfólk, sjúkrahjálparfólk og nógvar aðrar keyptar tænastur.
***Aðrar útreiðslur eru øll tey smáu tingini yvir allar 7 heimadystirnar. M.a. bussar, matur, drekka og umstøður til hóp, hjálparfólk o.o.
Fyri at røkka hesum úrslitum í altjóða fótbólti hevur KÍ eitt felag við mansliði, kvinnuliði og ungdómsdeild. Útreiðslurnar av hesum eru ikki við í roknistykkinum fyri bólkaspælið í 2023. Taka vit 2021, tá KÍ bara kom til 1. umfar í Conference League, so gav roknskapurin hjá KÍ eitt hall á góðar fimm milliónir tá. Vanligt er, at manshópurin blívur dýrari fyri hvørt ár. Trekkja vit fýra-fimm milliónir frá, so koma vit til eitt roknistykki sum gevur 9-10 milliónir í avlopi fyri virksemi hjá KÍ í 2023.
Afturat hesum kunnu fleiri inntøkur koma, tí hvør sigur í bólkaspælinum gevur 3,7 milliónir, meðan hvør javnleikur gevur 1,2 milliónir. Hyggja vit eftir undanfarnu árum, so er ikki vanligt, at lið frá londum, sum Føroyar meta seg við, fáa nógv stig. Aftur her hevur lutakastið nógv at siga, men vit hava sæð Lincoln úr Gibraltar (0 stig), Flora úr Estlandi (5 stig), RFS úr Lettlandi (2 stig), Shamrock Rovers úr Írlandi (2 stig), Ballkani úr Kosovo (4 stig) og Zalgiris úr Litava (5 stig).
Altjóða dystirnir hjá KÍ í 2023 á bolt.fo eru umrøddir í samstarvi við: