David Nielsen og høvuðsmaðurin í hesi fyritøkuni hava áður verið í einum umtalaðum roki, sum ger, at David Nielsen neyvan er eitt navn, sum kemur fram, tá fyritøkan kemur við nøvnum til FSF um komandi landsliðsvenjara.
Christian Andreasen, forseti í FSF, hevur sagt við portal.fo og kvf.fo, at FSF brúkar eina ráðgevingarfyritøku at hjálpa sær at finna komandi landsliðsvenjaran. Sum bolt.fo skilir, so er talan um fyritøkuna OneNexus hjá Allan Gaarde í Silkeborg í Danmark. Hetta er ein fyritøka, sum fleiri feløg, serliga í Skandinavia, hava brúkt seinnu árini. Men hesin mátin at finna venjara uppá fær eisini kritikk, sum vit koma inná seinni í greinini.
Tað var í 2005, at David Nielsen knallaði Allan Gaarde niður undir venjing hjá AaB. David Nielsen bleiv uppsagdur í felagnum og endaði í fongsul í 20 dagar. David Nielsen er eitt av nøvnunum, sum fleiri hava víst á sum eitt gott boð uppá ein komandi føroyskan landsliðsvenjara og í donskum miðlum hevur hann ikki gjørt nakað fyri at tosa hetta niður og tí er hann kanska áhugaður í einum slíkum starvi. David Nielsen er ein royndur venjari, sum tó ikki tykist hava áhuga í at arbeiða í longri tíðarskeiðum fyri feløg. Hann hevur góð úrslit at vísa á í AGF og Lyngby, men eisini nøkur misjøvn í AGF, Strømsgodset og Lillestrøm.
Hvørjar eru royndirnar hjá OneNexus hjá Allan Gaarde at finna góðar venjarar til landslið og feløg?
Her eru nøkur dømi um venjarar, sum eru settir, har Onenexus hevur hjálpt feløgum:
2021: OB setti svenska Andreas Alm sum høvuðsvenjara. Hann hevði nógvar høvuðsvenjararoyndir frá feløgum sum AIK, Vejle og Hacken. Hann sat fram til 2. november í 2023, tá hann fekk sekkin.
2021: AaB setti spanska Marti Cifuentes sum høvuðsvenjara. Hann hevði nógvar venjararoyndir sum ungdómsvenjari, men síðstu tvey árini hevði hann verið høvðsvenjari hjá norska Sandefjord við góðum úrslitum. Í AaB sat hann í eitt ár við góðum úrslitum til svenska felagið Hammerby keypti hann leysan. Seinn bleiv hann seldur víðari til QPR í næstbestu deildini í Onglandi.
2022: FC Midtjylland setti Albert Capellas sum høvuðsvenjara. Hann hevði verið hjálparvenjari hjá fleiri stórum feløgum umframt U21-landsliðsvenjari hjá Danmark. Hann hevði eisini nógvr royndir sum akademi venjari hjá Barcelona. Hann var bara venjari í 25 dystum hjá FC Midthylland, so fekk hann sekkin.
2024: Rosenborg setti svenska Alfred Johansson sum høvuðsvenjara. Hann hevði árini frammanundan vant ungdómslið hjá FCK. Rosenborg hevði stóra framgongd og endaði á 4. plássi í mun til 9. pláss árið fyri.
Brann og Molde brúka Onenexus
Onenexus hevur nokk at gera fyri tíðina. Í norskum miðlum er komið fram, at Molde og Brann, sum teljast millum mest tiltrekkjandi venjarastørvini í Norra, hava samstarv við Onenexus um at finna komandi høvuðsvenjarar.
Sita báðumegin borðið
Sum sæst omanfyri, so er ymiskt, hvussu tað hilnast hjá liðum, sum hava brúkt Onenexus sum hjálp at seta venjara. Nøkur dømi eru um, at tað hevur gingist væl og nøkur dømi eru um, at tað hevur gingið minni væl. Hetta eru nøkur dømi vit funnu, men tað eru uttan iva nógv fleiri. M.a. skriva svenski miðilin Fotbollskanalen, at Onenexus var við til at seta ítróttarstjóran í AIK, sum síðani setti Mikkjal K. Thomassen, har Onenexus spældi ein leiklut í greiningaarbeiðnum um Mikkjal. Les meir um tað HER
Tað hevur eisini verið kritikkur móti hesum mátanum at seta venjara.
Fyrrverandi ítróttarstjórin í AaB, Inge Andre Olsen, sigur við Nettavisen, at man skal verða tilvitaður um tvíleiklutin hjá Onenexus, sum eisini er ráðgevi hjá venjarum, sum leita eftir starvi. Eisini aðrir viðmerkjarar kritisera, hvussu uttanveltað ein slík fyritøka er, sum umboðar nakrar persónar í fótbólti. Les meir um tað HER