Víkingur kemur at spæla sera nógvar dystir uppá stutta tíð og pláss, er næstan ikki fyri, at dystir verða útsettir.
Í ár luttekur Víkingur í Champions League og av tí sama er tað Víkingur, sum hevur nógv størsta møguleikan at koma í eitt deildarspæl. Serliga um Víkingur vinnur 1. umfar, so skal liðið bara vinna ein annan dyst fyri at koma í deildarspælið í Conference League.
Vit hava hugt eftir, hvussu skráin kemur at síggja út hjá Víkingi, um liðið kemur í eitt deildarspæl. Tá kemur Víkingur frá 30. juli til 25. oktober at spæla 18 dystir umframt, at landsliðsleikararnir koma at spæla fýra landsdystir afturat hetta tíðarskeiðið. Tað gevur í miðal fýrq dagar millum dystirnar í eitt tíðaskeið á tríggjar mánaðir.
Í august verður eingin landsliðssteðgur og tá kemur Víkingur koma at spæla 10 dystir uppá 31 dagar, um Víkingur kemur til play-off í Evropa. Tað gevur dyst 3,1 hvønn dag.
Koma nakrar avlýsingar í føroysku kappingini m.a. vegna veður, ferðing ella annað, so er ikki nógv pláss til at spæla teir dystirnar áðrenn seinasta umfar. Eitt hol er millum 15. og 21. september og vikuna aftaná millum 21. september og 28. september.
30.07: 2. umfar í Evropa
02.08: 07 Vestur-Víkingur
07.08: 3. umfar í Evropa
09.08: Víkingur-B36
14.08: 3. umfar í Evropa
18.08: Víkingur-NSÍ
21.08: Play-off í Evropa
24.08: Víkingur-EB/Streymur
28.08: Play-off í Evropa
30.08: B68-Víkingur
15.09: KÍ-Víkingur
21.09: Víkingur-07 Vestur
28.09: B36-Víkingur
02.10: 1. dystur í deildarspæli
04.10: Víkingur-TB
19.10: FC Suðuroy-TB
23.10: 2. dystur í deildarspæli
25.10: Víkingur-HB
31.10: Steypafinala
06.11: 3. dystur í deildarspæli
Dagfesting fyri altjóða dystirnar kann broytast ein dag alt eftir, hvat fyri kapping talan er um.