Prognosa er komin fyri, hvørji lið KÍ kann møta í Champions League hjá kvinnum.
Talan verður um ein bólk við trimum ella fýra liðum, sum spæla eini mini-kapping. Nógvar kappingar eru ikki endaðar enn, so talan er um prognosu eftir, hvussu kappingarnar síggja út í løtuni.
KÍ sær út til at verða í næsthægsta styrkislagi í 1. umfari. Føroyar sum land í felagsfótbólti liggja á 49. plássi av 53 virknum limalondum hjá UEFA. Sum prognosan sær út, so eru sterkastu liðini, sum KÍ kann møta, PAOK (Grikkland), Spartak Myjava (Slovakia), Flora Tallinn (Estland), Anenii Noi (Moldova), KFF Mitrovica (Kosovo) og Glentoran (Norðurírland). Sí yvirlit niðanfyri.
