Tveir leikarar, sum vóru á ársins liði fyrsta triðing hjá bolt.fo, hava leikbann komandi umfar.
Tríggir leikarar hava fingið síni gulu kort nummar fýra og hava harvið leikbann. KÍ skal á fyrsta sinni í ár royna seg uttan Árna Frederiksberg, sum hevur skorað ella lagt upp til 18 av teimum 25 málunum hjá KÍ. Tað skal KÍ gera móti Skála, sum fyrr í ár spældi 0-0 í Klaksvík.
Eisini hjá AB er lyklaleikari uttanfyri í grannauppgerðini móti HB. Tað er miðvallarleikarin Obule Moses, sum m.a. var við, tá AB hevði óvanliga greiða yvirvág í Gundadali móti júst HB fyrr í ár.
Triði leikarin við leikbann er Gutti Dahl-Olsen hjá EB/Streymi, sum sostatt missir botnuppgerðina móti B68.
Hesir tríggir hava leikbann:
Obule Moses (AB)
Árni Frederiksberg (KÍ)
Gutti Dahl-Olsen (EB/Streymur)