Komandi dagarnar verða samrøður við møguligar landsliðsvenjarar.
FSF hevur brúkt ráðgevingarfyritøkuna OneNexus sum part av arbeiðnum. Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at samrøður antin hava verið gjørdar ella verða gjørdar við nakrar venjarar, sum nú eru uppá tal. Fyrstu landsdystirnir eru í mars, so tað hevur eitt sindur av skundi at seta landsliðsvenjara, sum áðrenn úttøkurnar skal seta seg inní føroyskan fótbólt, um tað ikki er ein, sum hevur starvast í føroyskum fótbólti áður.
Tað ljóðar, at 47 ára gamli Leif Gunnar Smærud er millum venjararnar, sum FSF fer at tosa við. Hann hevur verið uttan starv síðani 2023. Hetta var ein av teimum fimm, sum André Olsen nevndi í sínum boðum uppá ein komandi landsliðsvenjara fyri nøkrum vikum síðani á bolt.fo. Tá skrivaði André soleiðis:
Leif Gunnar Smerud
Eitt ókent navn fyri tey flestu, men eitt sum onkursvegna hevði givið meining. Ein norskur venjari, sum hevur verið við til at skapt yvirgongdina í norskum fótbólti, har vit í dag síggja heimsstjørnur. Leif Gunnar Smerud var U21 landsliðsvenjari í Noregi frá 2014 til 2023, og hevur royndir sum tekniskur stjóri hjá Noregi. Onkursvegna kundi hesin profilurin verið við til at “inspirera” føroyska fótbóltsumhvørvið. Leif Gunnar Smærud er í løtuni uttan venjarastarv.
Eitt annað navn sum er sett ísamband við landsliðsvenjarastarvið er 44 ára gamli danin Jacob Michelsen, sum í løtuni er venjari hjá HamKam í bestu norsku deildini. Ein royndur venjari, sum eisini hevur verið høvuðsvenjari hjá OB, Hammerby og SønderjyskE. Jacob longdi sáttmálan við HamKam í november 2024 fram til og við 2026, so í hesum føri skal FSF antin keypa hann leysan ella hevur hann eina sertreyt sum ger, at hann kann tosa við t.d. FSF.
Ein føroysk loysn er eisini uppá tal, og tað er Eyðun Klakstein. Tá verður tað við Atla Gregersen sum hjálparvenjara. Hetta er fyribils venjaraloysnin, sum megnaði at vinna í Armenia í november og sum hevur góð úrslit við U21-landsliðnum.
Jens Berthel Askou, fyrrverandi venjari hjá HB, hevur eisini verið nevndur sum ein møguleiki eftir, at hann fyrr í ár fekk sekkin sum hjálparvenjari hjá Sparta Prag. Tað navnið skal takast við fyrivarni.
Møguliga eru eisini aðrir uppá tal, ið bolt.fo ikki hevur frætt um enn.