Hjá B68 kemur at verða nakað av útskifting í hópinum hjá nýggja venjaranum.
Bárður Ó. Jensen og Aleksander Ó. Jensen eru farnir uttanlands, meðan Jákup N. Vilhelmsen fer at royna seg í KÍ í øllum førum í nakrar vikur og tí er óvist, um hann heldur fram. Tað ljóðar eisini, at B36 og Víkingur hava áhuga í U21-landsliðsleikaranum Jóhan Josephsen, sum B68 í ár leigaði frá KÍ, har hann eisini hevur sáttmála í 2026.
Tveir leikarar hava heilt vist spælt sínar síðstu dystir fyri B68. Tað eru útlendsku leikararnir Emanuel Kulego og Jonathan Wembonyama.
Nýggjur venjari hjá B68 er Aleksandar Jovevic, meðan Pedro Anton verður nýggjur kropsligur venjari.