Nýggi hjálparvenjarin hevur nógvar royndir í sama leikluti í serliga KÍ.
Tað verður 49 ára gamli Sjúrður Jacobsen, sum verður nýggjur hjálparvenjari hjá Víkingi. Sjúrður hevur havt hendan leiklutin í fleiri feløgum síðstu 10 árini. Í KÍ var hann hjálparvenjari í fýra ár árini 2020-2023. Í ár var hann høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, sum varðveitti plássið í næstbestu deildini.