Nú er greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá Ólavi Mikkelsen.
Talan er um Poul N. Poulsen, sum síðstu tíðina hevur verið hjálparvenjari hjá Paula Poulsen hjá Skála. Frammanundan var hann høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá Skála. Áðrenn tað vr hann í tvey ár høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá NSÍ. Felags fyri báðar venjararnar er sostatt, at teir hava arbeitt sum venjarar í Víkingi og Skála.