Leygardagin verður stórsteypadysturin.
Hetta er fyrsti skrásetti dystur í kappingarárinum, og her telja reyð kort við í landskappingina.
Greipuvinnararnir KÍ møta HB, sum endaði nummar tvey í landskappingini. Dómari verður Høgni Madsen, meðan hjálpardómarar verða Dan Højgaard og Djóni Jacobsen. Fjórði dómari verður Rúni Gaardbo.
Dysturin byrjar kl. 17.00.