Hevur spælt sín síðsta dyst fyri felagið.
27 ára gamli Adrian Edqvist úr Svøríki skifti til NSÍ undan hesum kappingarárinum. Hann hevur sambært FaroeSoccer bara spælt fýra dystir í landskappingini, harav ein frá byrjan. Síðstu tíðina hevur hann ikki spælt nakran dyst og nú hevur bolt.fo fingið upplýst, at svenski leikarin er givin í felagnum.