B36 er best umboðað í steypafinalunum hjá yngru deildunum.
B36 hevur umboð í fimm av seks finalum. Víkingur hevur umboð í øllum trimum dreingjafinalunum og tí hendur tað sermerkta, at Víkingur og B36 spæla allar tríggjar dreingjafinalurnar. Eisini er áhugavert at síggja, at stórfeløg sum HB, KÍ og NSÍ ikki eru umboðað millum tey 12 finaluliðini.
Steypafinalurnar eru hesar:
U16 gentur: FC Hoyvík-Skála
U13 gentur: 07 Vestur-B36
U21 dreingir: AB-B36
U17 dreingir: B36-Víkingur
U15 dreingir: Víkingur-B36
U13 dreingir: Víkingur-B36