Føroyska landsliðið er komið til Gibraltar, har krøvini til úrslit eru heilt øðrvísi enn móti Kroatia.
Meðan Føroyar høvdu alt at vinna móti Kroatia, har fáur var vónbrotin hóast tap, so eru krøvini heilt øðrvísi, nú Gibraltar er mótstøðulið. Hetta liðið er styrkismett aftanfyri Føroyar og hevur bara vunnið tveir av síðstu 25 dystunum, á heimavølli mótii San Marino og Andorra.
Føroyar eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum (1,5 ferðir pengarnar aftur), men tað verður neyvan ein lættur dystur. Tí tað hava tríggjar uppgerðir fyrr í ár prógva hjá Víkingi og Føroyum móti Lincoln og Gibraltar. Og søguliga sæð, so passar tað ofta føroyingum illa at verða favorittar á útivølli og ofta eru slíkir dystir endaðir við javnleiki ella tapi. Vit kunnu nevna Andorra, Malta, Lettland og Moldova. Einasta undantakið í slíkum dystum var Andorra-sigurin í 2020.
Tað er lagt upp til av landsliðsvenjaranum uppundir landsdystirnar, at nakrar broytingar verða í uppstillingini. Útskiftingarnar móti Kroatia kundi eisini bent á, hvørjir skulu byrja inni aftur hesaferð. Bestu boðini uppá leikarar, ið koma inná liðið eru fleiri av teimum, sum blivu skiftir inn og so kanska ein Páll A. Klettskarð, um ein velur at hava ein álopsleikara inn, sum hevur sína styrki í feltinum til at skora mál. Odmar Færø hevur leikbann, so har kemur Samuek Chukwudi mest sannlíkt inn. Viljormur Davidsen, ið hevur verið skaddur, sá slitin út móti Kroatia, meðan innskifti Martin Agnarsson sá sera væl upplagdur út á sama plássi. Á sentrala miðvøllinum er upplagt við frískum kreftum. Har passar Brandur H. Olsen væl til Gibraltar dystin, men móti Kroatia sóu vit, at tað eigur at verða umhugsað, at brúka leikarar til slíkar verjudystir, sum hava størri dygdir í verjuspæli og nærdystum enn Brandur. Tí er upplagt, at Géza Dávid Turi ella Noah Mneney avloysa Jákup B. Andreasen, sum spældi væl, men spældi allan dystin móti Kroatia. Jóannes Bjartalíð vildi verið upplagdur at byrja inni, um hann er væl fyri, men so krevst, at Hanus Sørensen fer út, og hann var tann, sum kom til fleiri av stóru møguleikunum móti Kroatia. Spælir Jóannes til vinstru, so er upplagt, at Páll byrjar í álopinum, tí tá koma innlegg frá báðum síðum, men landsliðsvenjarin dámar væl at hava typur sum Petur Knudsen og Meinhard Olsen í álopinum og Meinhard kom væl frá sera torføru uppgávuni móti Kroatia sum einsamallur álopsleikari.
Eitt boð kundi tí verið hetta: Mattias Lamhauge - Jóannes K. Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Gezá Dávid Turi, Brandur H. Olsen, Jóannes Bjartalíð – Páll A. Klettskarð.
Greinin er dagførd kl. 16.07