Heri Mohr fer at spæla í norskum fótbólti í ár.
Tveir fyrrverandi landsliðsleikarar halda ikki fram í HB í 2024.
Tað hevur ljóðað í allan vetur, at sannlíkt var, at Heri Mohr fór at skifta til norskan fótbólt og nú er greitt, sum Fótvarpið eisini vísti á í gjár, at hann skiftir til Strømmen IF, sum spælir í triðbestu deildini í Norra.
Tróndur Jensen hevði ikki stóran leiklut í HB í fjørt eftir drúgvan skaða. Hann hevur ikki vant við HB í ár og tað tykist greitt, at hann fer ikki at verða partur av barndómsfelagnum í ár.
HB væntast seinni í dag at fara at kunngera Mathias Voss sum nýggjan leikara í felagnum.