Hann hevur ikki spælt á besta liðnum hjá HB síðani 2023.
Í 2021 var Heri Mohr á A-landsliðnum, men síðstu tvey árini hevur hann verið uttanlands, har hann í 2024 spældi við norska felagnum Strømmen í triðbestu deildini, meðan hann í 2025 spældi við ÍF Føroyum.
Síðstu tíðina hevur hann vant við barndómsfelagnum og mikukvøldið var hann á dómaradeðlanum, tá HB spældi í Sarpugerði. Tí er helst bara spurningur um tíð til vit aftur síggja fyrrverandi landsliðsleikaran á vøllinum fyri HB.