Nú er greitt, hvørjar upphæddir KÍ, Víkingur, HB og B36 fáa í 2024. UEFA hevur kunngjørt upphæddirnar fyri komandi árini.
Tað kann loysa seg at vinna kappingina um løgmanssteypið, um hugt verður fíggjarliga. Tí HB er tryggjað eina minstu upphædd á 4,0 milliónir, meðan Víkingur, sum endaði nr. 2, bara er tryggjað 2,5 milliónir. Inntøkurnar fyri kappingarleistin í Conference League 2024-2027 koma at økjast millum 22 og 26 % fyri liðini, sum blíva útsligin áðrenn bólkaspælið. Tað er væl meir enn gitt av fleiri frammanundan.
HB spælir ikki í 1. umfari, men fær í minsta lagi 4,0 milliónir fyri at byrja í 2. umfari.
Hjá meistaranum er minsta upphæddin vaksin frá at verða 6,2 milliónir til 7,2 milliónir.
Um KÍ fremur somu úrslit og fer sama veg í 2024 sum í 2023, so gevur tað áleið 36,2 milliónir í mun til 31,2 milliónir í 2023. Her er tó ikki eins lætt at samanbera, tí bólkaspælið verður skipað øðrvísi, har tað er ein deild ístaðin fyri bólkar við fýra liðum.
Annars eru so nógvir møguleikar hjá meistarunum, tí teir hava eisini Europa League sum ein møguleika og kemur eitt lið til play-off í Champiaons League, sum KÍ t..d. mundi í fjør, so eru nógv fleiri pengar enn um ein kemur til play-off í Europa League og vinnur, hóast taparin av play off í Champions League og vinnarin av play off í Europa League koma á sama stað til endans (bólkaspæl í Europa League).
Siga vit, at KÍ vinnur 1. umfar í Champions League, har KÍ verður styrkismett, men tapur allar hinar dystirnar og rýkur út í play-off í Conference League, so fær KÍ 12,9 milliónir í mun til 10,9 mió eftir kappingarskipanini 2021-2024.
Føroysku liðini fáa stostatt í minsta lagi í ár:
7,2 mió: KÍ
4,0 mió: HB
2,5 mió: B36 og Víkingur