U21-landsliðsleikarin heldur ikki fram í FC Midtjyllandi.
19 ára gamli Heini F. Sørensen hevur síðstu árini spælt ungdómsfótbólt við FC Midtjyllandi. Júst farna kappingarár var hann við til at vinna danska meistaraheitið við U19-liðnum, frammanfyri FCK á 2. plássi og FCN á 3. plássi.
Sáttmálin gongur út í summar og tað er greitt, at hann heldur ikki fram í danska felagnum. Tað váttar Heini fyri bolt.fo. Hann vil ikki avskriva nakað, men væntar at halda fram at spæla uttanlands, har fleiri felag vísa áhuga.