Tað er møguleiki fyri, at vit fáa ein føroyskan leikara í hollendskan fótbólt.
18 ára gamli Heini Sørensen hevur síðstu árini spælt ungdómsfótbólt við danska stórfelagnum FC Midtjyllandi. Men nú roynir ungi føroyingurin seg í Hollandi.
- Eg eri í FC Ultrecht, har eg hesa vikuna skal venja við teirra U23-liði. Teirra lið kallast eisini Jong Ultrecht og spælir í næstbestu deildini í Hollandi, sigur Heini F. Sørensen við bolt.fo. Hann fær tó einki sagt um, hvussu sannlíkt eitt skifti til hollendska felagið er.
FC Ultrecht spælir í bestu deildini í Hollandi, meðan U23-liðið spælir í næstbestu deildini. Í Hollandi er skipanin soleiðis, at næstbestu liðini hjá feløgum í bestu deildini kunnu spæla í næstbestu deildini.