Fyrrverandi HB-venjarin gevst í FH eftir hetta kappingarárið.
Heimir Guðjónsson kom til HB í 2018 og vann longu fyrsta árið FM í stórum stíli. Árið efti vann hann løgmanssteypið og síðani fór hann aftur til íslands, har hann hevur vant stórfeløgini Val og FH. Nú boðar FH frá, at Heimir gevst í felagnum, tá hetta kappingarárið er av.
Í sendingini ''Skiftirúmið'' hjá Televarpinum gitti John Andersen, sum eisini er kendur NSÍ-fjeppari, fyrr í ár, at Heimir verður nýggjur venjari hjá NSÍ. John, ið ofta plagar at raka rætt við ymiskum, segði seg einki vita, men nú er í øllum førum ein forðing burtur fyri, at NSÍ skal seta ein nýggjan útlendskan venjara og at Heimir kanska er maðurin.