Nógvir leikarar til fyrstu venjingina í kvøld.
Klaksvíkar kommuna skrivar á síni heimasíðu:
Heilsufótbólturin rullar aftur
Veðrið var av tí fagrasta, tá ið fyrsta venjingin í kvøld fór av bakkstokki
Fleiri enn 40 hava meldað seg til hetta vár skeiðið, sum byrjaði í kvøld.
Næstu 12 vikurnar verður vant hvørt mikukvøld kl. 19.00 til 20.00 og hvønn fríggjamorgun frá kl. 8-9
Pláss er fyri fleiri, um onkur freistast av hesum lívsjáttandi myndunum, sum tala fyri seg
Les meira á klaksvik.fo og melda til.
#abcfyrisálarligaheilsu #vervirkin #versaman #verhugbundin