Hon hevur mangan verið størsta hóttanin hjá KÍ, men nú skal Heidi Sevdal á fyrsta sinni royna seg í KÍ.
KÍ boðaði í gjár frá, at Heidi Sevdal skiftir til meistararnar. Heidi hevur spælt fyri ymisk feløg og hevur mangan verið størsta hóttanin móti KÍ, tí hon hevur skorað so nógv mál og níggju ferðir hevur hon verið ársins leikari.