Í Klaksvík leiktu KÍ og TB/FCS/Royn, har KÍ vann 11-0. Nýggi leikarin á KÍ liðnum, Rebekka Benbakoura, var toppskjútti á KÍ liðnum við trimum málum. Á Dungasandi vann NSÍ 3-0 á 07 Vestur, har Heidi Sevdal skoraði øll málini fyri NSÍ. Í Gundadali leiktu B36 og Víkingur, har úrslitið gjørdist 2-2. Talan var um spennandi dyst við fleiri málum og eisini var reyða kortið á lofti. B36 legði seg á odda beinanvegin, men um miðjan fyrra hálvleik javnaði Víkingur. Beint fyri hálvleik var aftur mál til heimaliðið, og hálvleiksstøðan var 2-1 til B36. Eitt korter fyri leiktíð fekk Víkingur útjavnandi málið, tá Mona Rasmusdóttir skoraði. Spenningurin helt sær allan dystin, og beint fyri leiktíð var eisini reyða kortið á lofti, tá Maria á Lakjuni var víst av vøllinum. 2-2 gjørdist endaliga úrslitið.
Úrlitini í 1 umfari vórðu hesi:
KÍ-TB/FCS/Royn 11-0 (5-0)
07 Vestur-NSÍ 0-3 (0-1)
B36-Víkingur 2-2 (2-1)
Komandi umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður um tvær vikur.