Hanus Sørensen skoraði enn einaferð fyri føroyska landsliðið.
Føroyar høvdu munin í Lettlandi í venjingardystinum í sólini í Riga. Teir stóru møguleikarnir komu næstan allir til útiliðið og einaferð eydnaðist at skora. Innskifti Jóannes Bjartalíð sendi ein góðan bólt afturum verjuna til innskifta Hanus Sørensen, sum skoraði.
Fleiri broytingar vóru á føroyska liðnum, sum fekk roynt fleiri ting av undan einum avbjóðandi tíðarskeiði í heyst, tá fýra dystir í Nations League eru á skránni í sama landsliðsvindeyga. Ikki nokk við tí, so liggja dystirnir annaðhvørt á heimavølli og útivølli, har báðir útidystirnir liggja næstan so langt burtur sum møguligt. Í Moldova og Kasakhstan.