Í morgun var landsliðshópurin úttikin.
Nakrar broytingar hava verið í mun til síðsta landsliðshóp. Mattias Lamhauge og Jóannes Bjartalíð eru tøkir aftur eftir skaðar. Hannes Agnarsson er valdur aftur eftir, at hann hevur verið uttanfyri eina tíð.
Eitt navn var ikki á listanum, og tað var Hallur Hansson. Håkan Ericson sigur, at Hallur hevur aftur hesaferð valt at geva avboð sjálvur. Håkan sigur, at Hallur spældi við pínustillandi í triðja dystunum uppá eina viku hjá KÍ.
Brandur H. Olsen er byrjaður at venja aftur og hann verður úttikin sum 24. leikari, um hann verður klárur. Sí hópin niðanfyri.