Felags fyri NSÍ og B36 er, at tey einki stig hava vunnið móti topp 2 higartil í ár.
Bæði liðini, ið kappast um 4. pláss, hava spælt fýra dystir hvør móti topp 2, ið eru Víkingur og HB, og hesar átta dystirnar tilsamans hava Víkingur og HB vunnið allar.
Týskvøldið fáa hesir báðir dystirnir millum B36-Víking og NSÍ-HB stóran týdning fyri bæði meistarastríðið og stríðið um 4. plássið.