Fyrrverandi HB-vongurin er farin at gera um seg í norskum fótbólti.
Áki Samuelsen skifti í vetur til Ranheim í næstbestu norsku deildini. 21 ára gamli vongurin er skrásettur fyri trý mál og tvey upplegg fyrstu átta umførini og hjá Wyscout er hann á ársins liði higartil og er vongurin við best avrikstølum har. Ranheim liggur nummar 12 av 16 liðum, men tað eru bara fimm stig upp til nummar tvey.