HB-venjarin Adolfo Sormani kann ikki sita á bonkinum móti ÍF 2. páskadag.
Eftir dystin millum Víking-HB var rokaligt í Sarpugerði. Bolt.fo kann staðfesta, at Adolfo Sormani fór yvir til fjórða dómaran at kjakast og sambært fleiri keldum helt hetta kjakið, har fleiri partar eisini blivu uppíblanaðir seinni, fram inni í Víkinga-húsinum.
Dómarin skrivaði frágreiðing um málið og feløgini eru hoyrd. Nú er niðurstøðan frá FSF, at Adolfo Sormani fær venjarabann í ein dyst. HB spælir móti ÍF á heimavølli 2. páskadag.