Hann var A-landsliðsleikari í 2020.
25 ára gamli Hilmar Leon Jakobsen traðkaði til, tá barndómsfelagið HB í 2020 fekk nógvar skaðar og manglaði fólk til álopspartin. Tað gekk so mikið væl, at hann seinni sama ár kom á A-landsliðið og eisini vann greipuna við HB. Sambært FaroeSoccer er hann skrásettur fyri 47 dystir og 18 mál í bestu deildini. Men í 2022 hava skaðar darvað nógv og tí hevur hann ikki spælt síðani 27. mai.
Hilmar Leon Jakobsen sigur við bolt.fo, at kroppurin vil ikki tað sama sum hann sjálvur vil, og tí gevst hann við fótbóltinum. Tí fer hann at brúka tíð uppá okkurt annað. Hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hann aftur verður at síggja á hondbóltsvøllinum.