Dan í Soylu var avgerandi leikarin, tá HB vann 2-1 á Víkingi í fyrru hálvfinaluni.
Í fyrra hálvleiki var lítið undirhaldsvirði og lítið at skriva um. Men í seinna hálvleiki bleiv dysturin øðrvísi. Dan í Soylu legði innfyri til Ejvind R. Mouritsen, sum legði HB á odda, men Víkingur javnaði við brotssparki. Tað kundi helst dømast, tí armurin hjá Mathias Voss var í andlitinum á Jákupi Johansen. Men Sølvi Vatnhamar skeyt beint á Bjarta V. Mørk, men dómarin bríkslaði fyri umbrotssparki, tí málverjin var farin av linjuni ov tíðliga. Tað er trupult at síggja útfrá upptøkunum, um hann fer ov tíðliga ella ikki. Uppá umbrotssparki skoraði Sølvi. HB fekk sigursmálið, tá Dan í Soylu sendi hornaspark í høvdið á Áka Johannesen.
2-1 í einum jøvnum dysti, har HB kanska hevði munin samanlagt. Spurningurin er so, um hetta verður nokk hjá HB, tí 25. juni hevur Víkingur heimavøll.