Kvinnurnar hjá HB spældu ein sera góðan verjudyst, høvdu størstu málmøguleikarnar í dystinum og fingu samstundis einasta málið og vunnu harvið steypakappingina hjá kvinnum 2025.
HB skoraði enasta málið eftir hornasparksstøðu í 29. minutti. Endin var eftir trunkaspæl, at Rúna Jacobsen skoraði. Talan var um ein javnan og spennandi dyst, har KÍ hevði bóltin nógv, men hevði sera torført við at spæla seg til stórar málmøguleikar. Tær royndirnar sum raktu málið hevði Gunnvá Lutzen tamarhald á. Í grundini hevði HB størstu málmøguleikarnar at økja í seinna hálvleik, men einu ferðina rakti HB-leikari ikki bóltin og hina ferðina fór royndin frá púra leysum leikara beint á KÍ-málverjan.
HB hevði ein sera góðan verjudyst við trimum miðverjum og tá Arthur Højgaard floytaði dystin av, kundu tær reyð-svørtu fegnast um fyrsta steypasigurin síðani 2019 móti KÍ, sum var favorittur til finaluna. Eftir dystin bleiv Teresa Jacobsen vald til dagsins leikara.
Bolt.fo ynskir HB til lukku við steypasigrinum 2025.