Mikukvøldið verður fyrsti dystur nakrantíð í UEFA Youth League við føroyskari luttøku.
HB hevur trekt Progres Niederkorn úr Luksemborg. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli mikukvøldið kl. 19.00. HB boðar frá, at tað er ókeypis atgongd og Televarpið boðar frá, at dysturin verður vístur á Rás 1.
Talan er um U19-kapping, sum UEFA skipar fyri og á fyrsta sinni hevur UEFA umskipað kappingina soleiðis, at eisini eitt lið úr Føroyum (FM-vinnarin hjá U17 árið fyri) sleppur at luttaka.