Eins og Mads Borchers og Dávid Reynheim, so er Samuel Chukwudi nú seldur til felag uttanlands.
HB hevur helst verið fyrireikað uppá hetta, tí Áki Johannesen úr B68 er komin til felagið fyrr í vetur. Í dag váttar HB tað, sum in.fo skrivaði fyri nøkrum vikum síðani.
HB skrivar:
Samuel seldur
Miðverjin Samuel Johansen Chukwudi er seldur til finska felagið SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini.
Samuel er farin til Finnlands, og sáttmálin er undirskrivaður. Fíggjarligu viðurskiftini verða ikki almannakunngjørd.
Vit ynskja Samuel alt tað besta í framtíðini, og eru eisini errin av, at vit enn einaferð senda ein av okkara ungu leikarum víðari út í heim.