Í kvøld vóru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.
Víkingur vann sum væntað tryggan sigur á FC Hoyvík, meðan KÍ vann tryggan sigur á B68, sum annars hevur hótt NSÍ og fingið stig móti HB og Víkingi.
Stóri dysturin var grannauppgerðin í Gundadali, har veddingarfyritøkurnar høvdu HB sum favoritt, men har fleiri viðmerkjarar høvdu B36 sum favoritt.
HB fekk nógvan kritikk fyri sítt vánaliga avrik móti KÍ, men í kvøld kom aftursvar og tá hálvleikur var, var dysturin í grundini longu avgjørdur, tá HB førdi 2-0. B36 fekk ongantíð minkað um, men ístaðin økti HB áðrenn B36 í síðsta álopinum fekk minkað um.
Talan var um ein dyst, har úrslitið kanska ikki sigur alt um leikgongdina, tí marginalarnir vóru við HB. Fyrsta málið fór umvegis ein B36-leikara í málið og annað málið kom eftir stóra misskiljing í B36, har málverjin kom skeivt út. B36 hevði sínar góðu løtur, hevði samanlagt fleiri málroyndir og nógv fleiri hornaspørk o.s.v. og var kanska eins ofta frammi í brotssteiginum, men tað knípti at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Og tá so onkur kom í seinnu hálvleiki, so blivu teir misnýttir. HB-arnir dugdu betri at gagnnýta møguleikarnar, tá teir komu. Flottasta málið í dystinum var 3-0 málið hjá HB, tá Dan í Soylu sendi gott innlegg til Ejvind R. Mouritsen, sum hegnisliga við hælinum stýrdi innlegginum í málið. Eitt flott mál hjá fegnu HB-áskoðarum at fara heim uppá.
Í morgin er síðsti dystur og vinnur NSÍ har, so eru tað topp 4 liðini frá 2025, sum møtast í hálvfinalunum. Fyri B36 kann tað kanska blíva ein fyrimunur, at kappingarneytarnir skulu spæla tveir strævnar dystir, meðan B36 fær havt fokus á landskappingina, har liðið liggur væl fyri við bara tveimum stigum upp til oddasessin.
Úrslitini í kvøld:
Víkingur-FC Hoyvík 5-0
B68-KÍ 0-3
HB-B36 3-1