Fjepparafelagið hjá KÍ skipar fyri ókeypis busstúri, meðan HB hevur upphiting í HB-húsinum fleiri tímar frammanundan.
Bláa Bylgjan skrivaði fyrr í vikuni, at fjepparafelagið hjá KÍ skipar fyri ókeypis busstúri til steypafinaluna, har koyrt verður frá Sandinum kl. 17.30. HB hevur upphiting í HB-húsinum frá kl. 16.00, har matur og drekka fæst til keyps.
Finalan á Tórsvølli byrjar kl. 19.00.