Fult umfar er í Betri Deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Fyrsti dysturin er í Sarpurgerði í morgin kl.12.30, tá Víkingur tekur ímóti 07 Vestur. Kl.17.00 vitjar TB/FCS/Royn í Gundadali, har B36 tekur ímóti.
Sunnudagin eru eisini tveir dystir á skránni. Kl.12.15 er klassikarin ímillum HB og KÍ. Kl.14.00 tekur NSÍ ímóti EBS/Skála við Løkin.
Dystirnir hetta vikuskifti:
Leygardagin:
Kl. 12.30: Víkingur-07 Vestur
Kl. 17.00: B36-TB/FCS/Royn
Sunnudagin:
Kl. 12.15: HB-KÍ
Kl. 14.00: NSÍ-EBS/Skála