Mikukvøldið verður ein spennandi dystur í Sarpugerði.
Víkingur hevur øll toppliðini frá 2025 fyrstu fýra umførini og fyri teir báðar jøvnu dystirnar móti NSÍ og B36 fekk Víkingur eitt stig. Í fjør vann Víkingur ongan av fyrstu fimm dystunum og tað gjørdi, at liðið ongantíð kom við í kappingina um tey obastu trý plássini.
HB hevur spælt móti Skála og 07 Vestur og sum væntað fingið seks stig. Meistararnir úr KÍ hava hinvegin ikki fingið væntaðu úrtøkuna, og tað ger, at HB við sigri kann leggja seg fýra stig framum KÍ, og tað verður ein framúr byrjan, um so er. HB hevur í landskappingini ikki tapt í 21 umfør.
Í fjør vann HB 1-0 og 2-0 í Sarpugerði.
Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 19.00. Dómari verður Dagfinn Forná.