Nýggjur venjari er settur fram til í summar.
Í vetur gjørdi Allan Dybczak ein sáttmála fyri trý ár sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB. Ítróttarliga hevur gingið væl, tí HB hevur ongan dyst tapt enn og er bara verri málmun frá at verða oddalið.
Men nú er greitt, at HB skiftir venjara. Ransin N. Djurhuus, formaður, váttar fyri bolt.fo, at samstarvið millum HB og Allan er endað. Hann sigur, at Eyðvør Jakobsen er sett sum venjari fyribils fram til í summar.