Tað er ikki vist, at Áki Samuelsen fer til Ranheim.
Í vikuni hevur Áki Samuelsen verið í Ranheim, sum er felag í næstbestu norsku deildini. HB hevði tá sagt ja til eitt boð, sum sambært in.fo lá um hálva millión.
Men Áki er komin aftur til Føroyar uttan at hava skrivað undir, og tað kann hava sínar orsøkir. Tí eftir at Ranheim fekk sítt boð góðkent eru onnur lið komin á vøllin. Eitt lið úr Svøríki hevur víst áhuga, meðan íslendska Víkingur Reykjavík hevur bjóðað og fingið boðið góðkent frá HB. Tað váttar formaðurin í HB, Ransin N. Djurhuus, fyri bolt.fo. Víkingur Reykjavík er eitt av størstu feløgunum í Íslandi, sum í februar skal spæla play-off í Conference League móti Panathinakos úr Grikkalandi. Komandi summar skal liðið spæla í Conference League eftir, at liðið á síðsta leikdegi tapti dystin um meistaraheitið móti Breiðablik. Føroyski Gunnar Vatnhamar spælir frammanundan í Víkingi Reykjavík.