Meðan NSÍ og KÍ hava flest lið á gentusíðuni, so hevur HB flest lið á dreingjasíðuni.
Vit hava talt liðini saman sum tey standa á heimasíðuni hjá FSF. Vit hava fingið upplýst frá onkrum felag, at ikki altíð ber til at yvirføra tal av liðum yvir til tal av leikarum, tí summi feløg brúka somu leikarar í tveimum deildum. M.a. spæla leikarar í síni deild og so brúkar okkurt felag eina deild hægri til at samla teir bestu, sum fáa eykatilboð at royna seg av móti betri leikarum, sum eru eldri.
HB hevur 34 lið á dreingjasíðuni, fimm fleiri enn B36. Sí yvirlit niðanfyri.
.png)