Talan er um leikara, sum síðani 2021 hevur spælt fyri sjey ymisk feløg.
26 ára gamli Lassana Faye er í morgun kunngjørdur sum nýggjur leikari hjá HB. Hann er frá Hollandi, men hevur síðstu mánaðirnar spælt í Irak. Undan tí spældi hann í Lettlandi, men annars hevur hann spælt mest í Hollandi. Hann er skrásettur fyri fleiri ungdómslandsdystir fyri Holland.