B68 fekk eitt óvæntað stig í Gundadali, meðan AB líkist einum niðurflytara.
Síðani HB tíðliga í ár setti stig til móti TB á útivølli, so hevur HB fingið fult stigatal móti botn 5 liðum. Men soleiðis bleiv ikki í dag. B68 fekk annað árið á rað stig á útivølli móti HB. Hesaferð endaði tað 3-3. Hetta ger, at Víkingur nú kann avgera sína topp 3 lagnu sjálvt. Vinnur Víkingur allar fýra dystirnar, ið eru eftir, so endar Víkingur í topp 3 og tryggjar sær Conference League pláss.
Í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á AB. Hetta ger, at AB líkist einum niðurflytara, tí nú hevur AB torførastu skránna eftir og liggur aftast.
Úrslitini leygardagin:
07 Vestur-AB 2-1
HB-B68 3-3