Víkingur var á odda móti einum sera væl spælandi Gent liðið.
Í kvøld vóru tvær stórar uppgávur hjá føroysku liðunum á útivølli í Conference League. Tað sá gott út hjá Víkingi fyrstu løtuna, tá Jørgen Nielsen eftir hornasparksstøðu skoraði. Men Gent vísti seg at verða eitt sera vælspælandi lið, sum spældi sera skjótt, har Víkingar høvdu torført við at fylgja við í løtum. Bárður á Reynatrøð stóð ein sera góðan dyst fram til síðstu løtuna, tá hann kostaði 4-1 málið, men samanlagt var hann besti leikarin hjá Víkingi. Hagtølini vístu, at Gent hevði 40 málroyndir, sum er óvanliga nógv.
Besta føroyska úrslitið hesa vikuna fekk HB, sum tapti 2-0 í hitanum í Split. Hajduk Split skoraði annað málið uppá hornasparksinnlegg og hitt uppá eitt brotsspark, sum kanska var av bíliga slagnum. Tvey keðilig mál at lata inn. Hajduk Split var greitt betra liðið, og kundi havt skorað okkurt mál afturat, men HB-arnir vardu mangan væl og fingu eitt úrslit, sum ger, at dysturin blívur spennandi í Føroyum, um HB fær fyrsta málið.
Sostatt er niðurstøðan eftir eina viku, har føroysku liðini høvdu sera torførar dystir, at KÍ og Víkingur mest sannlíkt ikki fáa spenning í uppgerðina aftur, meðan HB hevur ein lítlan møguleika at fáa spenning í uppgerðina. Men føroyingar kunnu gleða seg til at síggja nøkur frálík lið í Føroyum um eina viku, har serliga Gent sá út til at hava dygdir útyvir tað vanliga, sum vit síggja í Føroyum.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: