Í morgun var A-landsliðið úttikið. HB, ið ikki hevur vunnið síðstu fýra dystirnar, ið allir hava verið í Gundadali og sum liggur nr. 4 í landskappingini, er best umboðað á A-landsliðnum hesaferð. Sonni Ragnar Nattestad, sum hevur spælt 9 minuttir síðstu tveir dystirnar hja B36 móti HB og Víkingi, er eisini úttikin.
Bartal Wardum, sum hevur spælt væl í nakrar av dystunum síðstu tíðina, hevur fingið landsliðsboð. Í álopspartinum er Petur Knudsen valdur framum Hannes Agnarsson hesaferð. Sí hóp niðanfyri, sum er tikin frá Televarpinum.