Víkingur vardi væl í ein hálvleik, men so gekk ikki meir. HB var kanska nærri sigrinum enn Hadjuk Split.
Í Klaksvík byrjaði Víkingur væl báðar hálvleikirnar, men tað manglaði tað síðsta. Ístaðin tók Gent av í seinna hálvleiki og vann 3-0. Gent var eitt sera tekniskt og vælspælandi lið, ið tó ikki kom til so nógvar stórar málmøguleikar báðar dystirnar sum spælið annars burdi verið til, og tað eiga Víkingar kanska eisini rós fyri, men samanlagt tapti Víkingur 7-1. At tað fór at verða stórur munur á hesum liðunum var ikki óvæntað um man t.d. hyggur eftir veddingarfyritøkum o.a. undan dystunum.
Í Havn vísti HB seg frá einari góðari síðu móti Hajduk Split. Tað vóru áskoðararnir hjá Hajduk Split, sum tóku yvirskriftirnar og dysturin mátti steðgast eina løtu, tá ov mong neyðbluss vóru tendrað. HB spældi ein góðan dyst og var kanska leikliga betra liðið, men tók ikki av møguleikunum og so endaði tað 0-0. Javnleikin kunnu Føroyar brúka í samalaða styrkistalinum fyri árið.
HB og Víkingur eru nú úti av Conference League.
Stuðlað umrøðuni hjá føroysku liðunum í Conference League í 2024 á bolt.fo hava: