Tað er blivi ''inn'' at geva avboð til landsdystir, sum ikki geva landsliðspengar, og tað heldur ein av viðmerkjarunum í Fótbóltspráti má steðga. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, má stramma upp og leikarar sum eru klárir at spæla, men sum geva avboð, skulu revsast. Har verður helst sipað til m.a. Brand H. Olsen og Andrias Edmundsson, sum báðir vóru frískir, men sum valdu at geva avboð til venjingardystirnar hesaferð. Skipanin er soleiðis, at landsliðspengar (umleið 30.000 kr. pr dyst) koma til feløgini fyri kappingardystir, men ikki venjingardystir. Ofta hava leikararnir samrátt seg til sáttmála við síni feløg, har teir fáa ein part (t.d. ein triðing) í egnan lumma.
Hoyr sendingina HER